Sølulærlingur til Solar

Heldur tú at søla og samskifti við kundar er spennandi?
Lærir tú skjótt og hevur tú hug at læra teg teknisk heiti?
Tímir tú at fortelja øðrum um tað tekniska, so tey skilja tað?
Um tú svarar ja, so átti tú at hugsað um eitt lærupláss sum seljari hjá okkum á Solar.


Um SOLAR
Vit á Solar í Føroyum eru partur av eini nýmótans tænastufyritøku við fleiri enn 3000 starvsfólkum í seks londum. Vit vita, at lykilin til væleydnaðu verkætlanina hjá viðskiftafólki okkara er rætta loysnin í røttu løtuni. Tað tryggja vit.

Títt læripláss
Sum lærlingur hjá okkum verður tú partur av einum ágrýtunum toymi, tú sleppur at menna teg bæði fakliga og menniskjaliga. Vit taka tað púra sum givið, at tú sum lærlingur hevur sama hugburð sum vit, tað er viljin at vera best og viljin at veita bestu tænastuna til viðskiftafólk okkara. Tú vil eins og vit vera best.

Lærutíðin er tvey ár og meðan tú er í læru, sleppur tú at royna teg á øllum deildum okkara.
Skúlatíðin er á Business College Syd á Als í Danmark.


Førleikar
Sum sølulærlingur er tað sjálvsagt, at tú er tænastusinnað/ur og hevur áhugað at læra meiri um tøkni og tænastur sum vit veita. Tú skal hava hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt og ikki at gloyma, so er hugurin eftir hinum góða handlinum drívmegin. Tær dámar eisini orð sum samstarv, ábyrgd og trúfesti.
Sjálvsagdi miðdepilin í øllum hesum eru viðskiftafólk okkara og tænastan, ið vit veita teimum.

Tú hevur FHS- ella Búskaparbreyt.
Lærutíðin byrjar skjótast til ber.

 

Freistin
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 31/12-2020
Hon skal sendast til cvc@solar.fo‍

Send umsókn »
Um tú hevur spurningar so kann tú ringja til Claus V. Christensen á tlf.: 357930 / 237930