Talgildar loysnir

  • Slepp undan spilltíð

  • Spar kostnað

  • Ger arbeiðsgongdir tykkara lættari

 

Bílegg vørur á netinum

Fá atgongd til okkara bíleggingarskipan á netinum, so hevur tú møguleika at bíleggja vørur tá ið tað passar tær. 

Skipanin ger tað lættari fyri teg at fáa meira burturúr degnum, við at gera bíleggingartilgondina lættari at umsita.

Bíleggingarskipanin kann eisini brúkast umvegis telefon ella teldil.

 

Hvussu arbeiða vit?

Solar hevur skipað megingoymsluna og distributiónsskipanina við einum í huga: - Tørvurin hjá viðskiftafólki okkara.


Viðskiftafólkini hjá Solar ynskja skjóta, stundisliga og lagaliga levering av teimum vørunum, sum tey hava tørv á. Vit hava innrættað okkara logistisku skipan við hesum í huga.

Við nútímans og automatiseraðum megingoymslum og strategiskari staðseting í Norðureuropa hava vit møguleika at avgreiða ordrar skjótt. Goymslurnar hjá Solar hava tøkni, sum eftirkannar vørusendingarnar og geva møguleika fyri at fylgja vøruna á veg til viðskiftafólkið.

Við hesi skipan kunnu vit bjóða viðskiftafólkinum aðrar møguleikar, um ein óvæntað støða uppstendur.

Um viðskiftafólkinum knappliga tørvar eina standardvøru, ber altíð til at seta seg í samband við okkara lokalu deildir, Solar Drive-In, sum eru fúsir at hjálpa viðskiftafólki okkara.

Sama hvar tú finnur Solar, finnur tú sama tænastugrundreglur: Tað skal vera einfalt og lætt fyri viðskiftafólk okkara.

Skipan og veitan er samansett fyri at tryggja best møguliga effektivitetin fyri viðskiftafólkið. Workflow'ið hjá Solar fylgir arbeiðsflow'inum hjá viðskiftafólkinum. Vit síggja, lurta og læra av arbeiðsgongdunum hjá viðskiftafólkunum fyri at veita besta effektivitetin og lønsemið til virkið hjá viðskiftafólkinum. Tí er goymslu- og søluskipanin hjá Solar í støðugari menning.

 

 

Vørukonsept  

Solar bjóðar vørur innan fleiri ymisk tøkniøki.Einastandandi vørurnar hjá Solar – til dømis Solar Light, Solar Cable og Solar Plus – eru vørur í toppgóðsku, sum eru mentar og framleiddar av leiðandi veitarum í Europa. Við stórkeypi kann Solar bjóða vørurnar til viðskiftafólk síni fyri kappingarførar prísir. Vørubólkarnir eru mentir í tøttum samstarvi við viðskiftafólk okkara, so tey nøkta vanliga vørutørvin í størst møguligan mun. Konseptið inniheldur mest nýttu vørurnar, sum eru settar einfalt og greitt upp, so vørur og vørukunning eru skjót at finna. Alt er soleiðis skipað, at tað skal vera skjótt og einfalt fyri viðskiftafólkið at finna tær vørurnar, sum tørvur er á til optimalu loysnina. Hesar vørurnar eru soleiðis skipaðar, at tær nøkta umleið 80 % av vanliga tørvinum hjá el-innleggjarum, HVS-innleggjarum og ventilatiónsentreprenørum.

Vørukonseptini hjá Solar eru líka uppbygd í londunum, har Solar hevur deildir. Tó kunnu marknaðarserstøk viðurskifti vera ymisk í ymsu londunum. Viðskiftafólkini hjá Solar kunnu tí arbeiða tvørtur um landamørk við somu vørutilboðum.

Teknisk hjálp

Tekniskar innleggingar gerast alt meira fjøltáttaðar. El-innleggjarum, HVS-innleggjarum og ventilatiónsentreprenørum tørvar størri kunnleika, og tað veit Solar av. Tí bjóða vit okkara viðskiftafólkum tekniska hjálp. Viðskiftafólkini hjá Solar fáa hjálp frá okkara starvsfólkum, sum eru millum tey bestu á økinum. Tey eru sera virkisfús og geva viðskiftafólkunum bestu møguligu tænastuna. Allir seljarar hava eina tekniska útbúgving og eru harafturat útbúgvin á Solar-skúlanum, og teknisku starvsfólkini hava altíð dagførda vitan. Solar bjóðar tekniska hjálp í sambandi við útrokningum og projektering av ljósinnleggingum, data-innleggingum, alternativari orku o.s.fr.